Mentan

Amatøroyar er aftur

Pompøst føroyskt átak í New York, Tonik í Havn, Frihedsbrevet, bilasølur og føroysk rúmdarvinna eru nøkur av evnunum í nýggjasta parti av Amatøroyum

(Mynd: Amatøroyar)

(Mynd: Amatøroyar)

2024-05-03 15:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er hálvtannað ár síðani, at teir báðir Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen sótu frammanfyri mikrofonina og tóku Amatøroyar upp.

Nú eru teir aftur, og nógv evni verða tikin upp og viðgjørd av teimum báðum.

- Tað er ivasamt, hvussu nógv verðin fer at leggja merki til pompøs átøk sum FOG SWEPT ISLANDS í New York ella TONIK í Havn, sigur Amatøroyar.

- Vit viðgera Frihedsbrevet, sum byrjaði væl, men nú er endað for nógv yviri í lágdramatiskum lokalum søgum um Annfinn Brekkstein, sjuskuttum byggikunngerðum og petit four Jan Restorff virksemi Annars koma vit øll fyrr ella seinni at arbeiða fyri Rúna Djurhuus - let’s face it!  Bilasølur eru blivnar fiskavirkisskipanin hjá fótbóltsspælarum.

- Brúgvin um Streymin er blivin 50 ár og er ímyndin av death row hjá Sundalagnum. Símun Gullaksen hevur enn fullstendiga stýr upp á Norðoyggjar, óansæð hvar hann rindar skatt. Og so eru vit VIÐ UPP Á, at Johan “Hot” Mortensen fær Føroyar inn í rúmdarvinnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder