Innanlands

Semingsstovnurin má uppí leikin

Semingsstovnurin er nú komin uppí samráðingarnar við øll fimm arbeiðarafeløgini

2024-05-03 17:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Samstundis sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur samráðst við tey fýra feløgini Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag saman, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini ført samráðingar við Havnar Arbeiðskvinnufelag fyri seg.

Í dag var semingsstovnin tilkallaður, eftir at staðfest var, at ov langt var millum partarnar til at finna eina semju um nýggjar sáttmálar. Eftir at hava tosað við partarnar longdi semingsstovnurin sáttmálarnar til 10. mai á midnátt.

Avtala um fráboðanarfreist
Um sáttmálarnir fara úr gildi ber til hjá pørtunum at lýsa ein arbeiðssteðg sambært avtaluni um fráboðanarfreist. Avtalan sigur, at ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum til á middegi ella á midnátt og kann ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

Ein møguligur arbeiðssteðgur kann soleiðis í fyrsta lagi byrja mánadagin 13. mai á middegi fyri sáttmálaøkið hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder