Fótbóltur

Eingin slingur í valsinum hjá Vali

Allan Norðberg skoraði fimm mál, og Valur vann við heili 14 málum á Afturlending í hálvfinalu nummar tvey í Íslandi..

Allan Norðberg og Valur vunnu 39-25 og komu harvið nakað nærri finalunum í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Allan Norðberg og Valur vunnu 39-25 og komu harvið nakað nærri finalunum í Íslandi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-03 06:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin gjørdi Valur bart í Rumenia og spældu seg í finaluna í European Cup.

Les eisini: Allan skal spæla evropeiskar finalur

Tað var tó ikki so nógv tíð at hátíðarhalda hetta hjá Allani og liðfeløgunum, tí onnur hálvfinaluna í íslendsku landskappingini var á skránni í gjárkvøldið. Valur tapti fyrstu finaluna, so neyðugt var at vinna hesa hálvfinaluna, fyri at tað ikki skuldi verða heilt stórt trýst á Vali.

Heimaliðið lat heldur ongan iva verða um útfallið í Reykjavík. Valur fekk so at siga alt at rigga, var á odda 21-12 í steðginum og vann heili 39-25.

Allan Norðberg spældi væl og skoraði fimm mál av høgra vongi. 30-ára gamli strandingurin hevur framvegis nógvar spennandi dystir fyri framman í hesum kappingarárinum. Hann er tó ikki úttikin til A-landsliðið, sum í næstu viku skal spæla HM play-off dystir móti Norðurmakedónia.

Triðja hálvfinalan verður sunnudagin klokkan 19, tá Allan og Valur skulu á vitjan. Liðið sum fyrst vinnur tríggjar hálvfinalur skal spæla finalurøð um íslendska meistaraheitið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder