Fótbóltur

Meginparturin av dystunum í áttanda umfari á skránni í morgin

Grannauppgerð á Toftum klokkan 15, Víkingur vitjar við Streymin klokkan 18, og KÍ-07 Vestur byrjar klokkan 18.30. Sunnudagin er lykladystur í Fuglafirði og grannauppgerð í Gundadali.

B68 hevur vitjan av runavíkingum leygardagin (Savnsmynd: Sveri Egholm)

B68 hevur vitjan av runavíkingum leygardagin (Savnsmynd: Sveri Egholm)

2024-05-03 18:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Góður møguleiki er at síggja fleiri dystir í Betrideildini um vikuskiftið. Tríggir dystir eru í morgin, harav tveir eru partvíst samstundis, og sunnudagin byrjar ein dystur klokkan 15 og ein klokkan 17.

Leygardagin 4. mai
B68-NSÍ (15:00)
EB/Streymur-Víkingur (18:00)
KÍ-07 Vestur (18:30)

Sunnudagur 5. mai
ÍF-Skála ÍF (15:00)
HB - B36 (17:00)

B68 hevur harðliga tørv á stigum í grannauppgerðini á Svangaskarði, meðan NSÍ vil staðfesta sína støðu í topp-fýra.

Víkingur skal royna at leingja flottu sigursrøðina í Betrideildini, so at hon verður 21 dystir. EB/Streymur hevur víst tenn seinastu vikurnar.

Í Klaksvík eru stór spurnartekin enn um bæði liðini - trýstið at fáa trý stig er  stórt hjá KÍ, sum nú aftur er uttan liðskiparan og lyklaspælaran á sentrala miðvøllinum.

ÍF sær betri út nú og skal hava stig, tá Skála vitjar sunnudagin. Teir í appelsinlittum hava tó víst seg væl í ár og “vinna teir røttu dystirnar”.

HB jagstar Víking væl. Sunnukvøldið verður stórdystur móti grannunum, sum eftir fýra landskappingardystir á rað uttan sigur veruliga er kroyst.

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 21 stig
2. HB 18 stig
3. KÍ 15 stig
4. NSÍ 12 stig
5. B36 11 stig
6. 07 Vestur 11 stig
7. Skála ÍF 7 stig
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 1 stig
10. ÍF 1 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder