07 Vestur longir við rutineraðan lyklaleikara

Niels Petersen

14.02.2017 - 19:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í gjárkvøldið skrivaði Gunleif Magnusarson undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur. Hetta skrivar felagið á heimasíðu síni.

Felagið skrivar millum annað, at tey stórliga fegnast um, at Gunleif valdi at spæla fótbólt aftur í ár, tí sum skilst, so var ivamál, um hann yvirhøvur fór at spæla.

Tvøramaðurin, sum nú er blivin 26 ára gamal hevur í fleiri ár verið ein av stuðulsleikarunum á 07 Vestur liðnum, og at hann kann spæla á fleiri plássum ger hann til ein sera týdningarmiklan leikara. Eisini hevur hann virðismiklar royndir úr Effodeildini, har hann hevur umboða bæði TB og 07 Vestur í 2012 og 2013.

Gunleif byrjaði at spæla í vaksnamannadeildunum í 2007, og fyrstu fýra árini spældi hann í barndómsfelagnum á Tvøroyri. í 2011 royndi hann seg síðani á fyrsta sinni í 07 Vestur, men longu árið eftir var hann aftur í TB. Steðgurin í TB var tó bert tað eina árið, og longu í 2013 umboðaði hann 07 Vestur aftur, og tað hevur verið felag hansara síðani.

Hann hevur higartil spælt 120 dystir og skotið 33 mál fyri 07 Vestur. (Kelda: Faroesoccer)

Í TB náddi Gunleif at spæla 125 dystir og hann skoraði 9 mál.

Eins og flest øll hini liðini í Effodeildini hevur 07 Vestur spælt nakrar venjingardystir, og ein er á skránni í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19:00.

Harafturat verða hópin av stuttum dystum í kappingini hjá Venjarafelagnum, sum verður avgreidd leygardagin.