07 Vestur vann spenanndi finalu hjá U14


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

09.09.2017 - 16:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Talan var um eina inntensa og opna finalu hjá U14 í dag. Áskoðarar og hyggjarar fingu eina góðan dyst, har 07 Vestur at enda var omaná.

Tað leikaði javnt á frá byrjan, men 07 Vestur tók rímiliga skjótt eitt sindur yvir og hevði fleiri góðar møguleikar. Eftir tjúgu minuttir fekk 07 Vestur horna í vinstru síðu. Hornasparkið kom væl innfyri, og har stútaði miðverjin Hann Ole-Jacobsen bóltin væl í málið. Men næstan beinavegin javnðai AB/B71. Áleyparin Bára Heinesen jagstraði ein leysan bólt, og fekk akkurat prikað hann framvið málverjanum, ið kom leypandi út. 1-1 og restina av hálvleikinum bylgjaði dysturin aftur og fram.

Í øðrum hálvleiki var tað AB/B71, ið sat meira á dystinum. Samansetta liðið spældi væl, og skapti nakrar góðar møguleikar. Serliga var tað Fridrikka Clementsen, ið var eyðsýnd, og vongurin av Sandi var vandamikil og vísti sínar teknisku eginleikar, tá hon fer eftir ferð tók bóltin væl til sín, og setti mótstøðuleikarar hegnisliga av. Fridrikka varð eisini vald til dagsins leikara eftir dystin. 

AB/B71 fekk tó ikki útnytta møguleikarnar; millum annað takka verið einari vælleikandi Sólju Falkvard Gudmudsen í málinum. 07 Vestur var vandamikið uppá umstillingar, og serliga var tað áleyparin og liðskiparin Sissal Haraldsen, ið var ein hóttan. Tá tveir minuttir vóru eftir fór hon í hernað imóti fýra verjuleikarum. Hon vann eitt fríspark í góðari støðu, og hon tók sær sjálv av frísparkinum. Sissal gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin flatt í málið, og so var 2-1.

Tað var ov lítil tíð eftir hjá AB/B71, og harvið gjørdist 07 Vestur vinnari av Eilif Arge Steypið. Har var ein øðilig frøði á leikarum, venjara og teimum mongu áskoðarum, tá seinasta bríksl, ljóðaði á Tórsvølli.

Finalan um Eilif Arge Steypið

09-09 kl. 14.30 á Tórvølli

07 Vestur – AB/B71 2-1 (1-1)
20. min: 1-0 Hanna Ole-Jacobsen (stútað horna)
22. min: 1-1: Bára Heinesen
68. min: Sissal Haraldsen

Dagsins leikari: Fridrikka Clementsen

Áskoðaratal: 317

Dómari: Ransin N. Djurhuus