AB sær út sum eitt lið, ið skal spæla í Effodeildini í 2018.

1. deild: AB er á veg upp - B68 tapti stórt í grannauppgerð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

25.06.2017 - 12:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Àðrenn kappingarárið vóru niðurflytarnir úr Effodeildini favorittar at flyta uppaftur. Eftir eina tunga byrjan er AB av álvara komið í gongd. Argjamenn vunnu bert ein útav fyrstu fimm dystunum. Sìðani hava teir vunnið 8 útav 9 teimum seinastu. Í gjár staðfesti AB sína oddastøðu við einum tryggum 4-0 sigri á Jóansøku í Vági. AB vann 4-0 á TB/FCS/Royn. Bjarki Nielsen legði AB á odda beint fyri hálvleik, og í seinna hálvleiki skoraðu Bárður Olsen, Mikkjal T.Hentze og Jobin Drangastein. Sostatt kann AB fara í summarfrí sum oddalið í 1. deild.

Hjá hinum niðurflytaranum er gongdin tann umvenda. Eftir at hava verið heilt uppi í oddinum fyrsta triðingin er B68 nú 8 stig aftanfyri AB. Àðrenn dystin vóru B68 og NSÍ jøvn í stigum, men NSÌ sendi í dag grannarnar heim aftur við einum stórtapið. NSÍ kom á odda eftir fimm minuttir, tá Aron Knudsen skoraði. Kristian Anton Andreasen javnaði eftir 18 minuttir, men stutt aftaná legði Jann Martin Mortensen NSÍ á odda aftur. Tað bendi sostatt ikki á ein stórsigur, men í 2.hálvleiki skoraðu Petur Knudsen, Jann Martin Mortensen og Jann Benjaminsen fyri NSÍ. Sostatt er NSÍ nú nummar trý, og B68 hevur trý stig upp til eitt uppflytingarpláss.

Tað er KÍ, sum av álvara bjóðar AB av í dystinum um oddasessin. Í dag vunnu klaksvíkingar tepurt í Gundadali. Henry Heinesen legði KÍ á odda beinavegin, men tíðliga í 2.hálvleiki javnaði B36. KÍ málverjin, Kristin N. Vilhelmsen, varð skrásettur fyri at gera sjálvmál. Men eins og í umvenda dystinum gjørdist Aksel B. Danielsen hetjan fyri KÍ. Àtta minuttir fyri tíð skoraði Aksel til 2-1, og tað gjørdist endaliga úrsliti. Aksel er toppskjútti í deildini við 12 málum fyri 14 dystir. KÍ hevur nú ikki tapt í tíggju dystir á rað. B36 er undir niðurflytingarstrikuni og hevur fýra stig upp til nærmasta lið. 

Eins og í Effodeildini er tað sera tungt fyri ÍF. Í 1. deild er tað tó væl truplari hjá fulgfirðingum at yvirliva. Eftir fyrru hálvu hevur ÍF einki stig fingið, bert skorað fýra mál og málúrtøkan er -74. Sigurin sum ÍF fekk ímóti TB/FCS/Royn, mistu teir, tí Suðringar vunnu kæruna. ÍF hevði nýtt tveir ólógilar leikarar. Í gjár vann Giza Hoyvík 6-0 í Fuglafirði. Niklas Fríði Joensen skoraði tvey mál, og Hanus Thorleifsson, Tróndur Arge, Daniel P. Hansen og Magnus Møller skoraðu eitt mál í part.  

Mikukvøldið leiktu HB og Víkingur javnleik 1-1 í Gundadali.

1.deild liggur nú still til 22.juli.

14.umfar:

Mikudagin 21.06:
HB-Vìkingur 1-1

Leygardagin 24.06:
TB/FCS/Royn-AB 0-4
NSÍ-B68 5-1
B36-KÍ 1-2
ÍF-Giza Hoyvík 0-6

Støðan:
AB 31
KÍ 30
NSÍ 26
B68 23
HB 21 (+8)
Víkingur 21 (+5)
Giza Hoyvík 17
TB/FCS/Royn 16
B36 12
ÍF 0