Tað er sum so eingin munur á oddaliðunum, nú liðini í fremstu kvinnudeildini fara í summarfrí.

1. deild kvinnur: KÍ og EBS/Skála lið um lið í oddinum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

19.06.2017 - 15:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Nú summarsteðgur er í 1.deild hjá kvinnum, er næstan púra javnt ímillum KÍ og EBS/Skála. KÍ er bert trý mál frammanfyri. Bæði liðini hava 30 stig fyri 11 dystir, og hava tapt einaferð ímóti hvørjum øðrum.

Ì gjár var seinasta umfar áðrenn steðgin. Bæði KÍ og EBS/Skála vunnu trygt. ÍF/Víkingur og HB spældu javnleik.

11.umfar:

B68-KÍ 1-4(0-1):

0-1 21.min Rannvá B. Andreasen
0-2 57.min Rannvá B. Andreasen
0-3 59.min: Hervør Olsen
0-4 70.min: Malena Josephsen
1-4 90.min: Leila Pætursdóttir

B36- EBS/Skála 0-5(0-2):

14.min Heidi Sevdal
32.min Margunn Lindholm
58.min Rakul V. Magnussen
67.min Heidi Sevdal
84.min Ansy Sevdal

ÍF/Víkingur- HB 1-1(1-1)

1-0 8.min Marta Thomsen
1-1 42.min Milja Simonsen


Støðan:

KÍ 30(+40)
EBS/Skála 30(+37)
HB 16
B36 12
B68 6
ÍF/Víkingur 4

Byrjað verur aftur 6.august.