10 mannafør: Eysturoyingur vann aftur hesaferð - kappingin økist

Sverri Egholm

11.06.2016 - 18:49

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Stóra finalan í føroyskum kappróðri er róðurin millum 10 mannaførini. Og tað er veruliga spennandi í ár.

Klokkan nærkaðist 20 tá róðurin var skotin í gongd og so spentu bátarnir avstað. Eysturoyingur og Drekin Reyði komu stavn um stavn inneftir, men sum fráleið dragnaði Drekin Reyði og tá gjørdist hørð kapping millum Drekan Reyða og Havnarbátin.

Úrslit og tíðir
1. Eysturoyingur 04:32:06
2. Havnarbáturin 04:33:16
3. Drekin Reyði 04:34:02
4. Ormurin Langi