10 mannafør: Klaksvíkingur hólvaði alt av

Sverri Egholm

11.07.2015 - 15:33

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Tað bleiv ikki til eina spennandi finalu sum vit høvdu ynskt okkum í 10 mannafarsróðrinum í dag.

Klaksvíkingur snøgt sagt hólvaði Drekan Reyða og allar hinar bátnar. Eitt stig er nú á muni á Drekanum Reyða og Klaksvíkingi og alt kann avgerast á ólavsøku.

Tíðirnar hjá 10 mannaførum:
1. Klaksvíkingur 04.28.09
2. Drekin Reyði 04.32.09
3. Havnabáturin 04.38.04
4. Ormurin Langi
5. Nólsoyingur
6. Hvítravnur
7. Skálabáturin