10 mannafør: Ormurin Langi sannførandi

Sverri Egholm

09.06.2018 - 16:41

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Ormurin Langi legði seg nokkso skjótt á odda hjá 10-mannaførum, men tað var sera tæt millum teir, Suðring og Klaksvíking.

Men blái báturin úr Knørrafelagnum, sum vanliga venur í Kollafirði, átti munin, og vann við næstan einari heilari bátslongd í dag - sami vinnari sum á Norðoyastevnu.

Úrslit 10 mannafør
1. Ormurin Langi (4.39.01)
2. Klaksvíkingur (4.41.11)
3. Suðringur (4.43.01)
4. Drekin Reyði (4.47.17)
5. Havnarbáturin (4.51.21)