Mynd: Jens Kr. Vang

10 mannafør: So bragdaði hjá Drekanum Reyða

Sverri Egholm

09.07.2016 - 16:41

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Stórur spenningur hevur verið hjá 10 mannaførum í ár. Manningin umborð á Eysturoyingi hevði vunnið allar róðrar til nú. Á Vestanstevnu var tað Drekin Reyði, sum var fyrstur á mál.

Drekin Reyði var á odda ein stóran part av teinum, men sum frá leið styttist millum Drekan Reyða og Eysturoying og tað bleiv ein sera spennandi kapping í endaspurtinum.

Men tað var Drekin Reyði, sum hevði munin og vann fyri fyrstu ferð í ár. Tað skal tó nógv til at Eysturoyingur ikki vinnur meistarheitið í ár.

Úrslit og tíðir
1. Drekin Reyði 04:53.09
2. Eysturoyingur 04:54.09
3. Havnarbáturin 04:54.24
3. Ormurin Langi