100 ár: Opið hús við málningum av Jóannis Kristiansen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.02.2018 - 13:04

Mentan > List > Myndlist

Mánadagin 12. februar eru tað 100 ár síðani at listamálarin Jóannis Kristiansen varð føddur. Í hesum sambandi hevur systirsonurin, Petur Martin Petersen í Fuglafirði, opið hús á Bøvegi 16, har áhugað kunnu koma inn á gólvið at síggja nakrar av málningunum hjá leirvíksmálaranum og fáa eitt prát.

Petur Martin og Jóannis vóru tætt knýttir, og prátaðu teir ofta saman um list, umframt at teir í felag avgreiddu nógv av praktisku viðurskiftunum, sum eisini er partur av lívinum hjá einum listafólki. Vinarlagið vardi líka til deyða Jóannisar 3. mars í 1988.

Jóannis Kristiansen og Ingálvur av Reyni gingu miðskeiðis í 1940’inum eitt skifti samstundis á Kongiliga Danska Kunstakademiinum, har teir báðir høvdu Aksel Jørgensen sum professara. Í mun til Ingálv, flutti Jóannis ongantíð aftur til Føroyar at búgva, men var tó ofta aftur og vitjaði fyri at mála. Eisini luttók Jóannis á fleiri framsýningum í Føroyum.

Í 1993 var ein afturlítandi framsýning í bygdarhúsinum í Leirvík, har Ingálvur skrivaði hesi orð:

“Jóannis Kristiansen var ættaður úr Leirvík. Hann fór ungur á aldri – miðskeiðis í 1930-árunum – til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Har var hann búgvandi restina av ævi síni.

Hann bar í sær, øll tey mongu árini hann var útiseti, myndina av Føroyum.

Hann vitjaði javnan heimaftur, var okkurt árið her líka frá Grækarismessu, og til væl var liðið á heystið. Tá leitaði hann sær út um garðarnar til tey støð, honum fullu so væl í barna og unglingaárum: seyðahúsið í brøttu líðini, gomlu krónna og risastóra sermerkta steinin í fjøruni.

Hann teknaði og málaði heimbygdina úr enda í annan. Býlingurin, sum hann sá úr ateliervindeyganum við Sigatindi í bakgrundini, hevði hann serligan tokka til og teknaði og málaði hann á øllum ársins tíðum. Jóannis var farin at mála longu áðrenn hann fór niður, og niðri fekk hann sær hollan kunnleika innan málningalist á akademiinum í Keypmannahavn, hjá Aksel Jørgensen professara.

Tað var sermerkta ljósið í Føroyum, ið hugtók hann eina mest. Kavamyndir hansara vóru so bjartar, at tú nærum blindaðist, men milda seinnapartsljósið, ið sveipar seg um teigar og tún, hevði hann eisini ans fyri og málaði tað so inniligt, sum kanska ongin annar.

Myndirnar hjá Jóannisi eru stundum átøkar teimum hjá fronsku impressionistunum. Hugtikin var hann av hesum mætu meistarum, men aldri var talan um eftirgerð – kopiering – hann hevði sjálvur upplivað tað, hann málaði.

Ofta bera myndir hansara bráð av at vera skjótt gjørdar. Tað sær so lætt út hjá honum. Sum gjørt í eini handavending. Soleiðis var tað bara ikki. Stríðið var ofta almikið, áðrenn hann slepti einari mynd. Hann hevði hana frammi og setti hana frá sær ótaldar ferðir. Hann ímyndaði sær evnið – motivið – uppaftur og uppaftur. Tá hann so at endanum var náddur á mál, sá tað mangan út, sum var myndin málað eftir stuttari løtu. Júst hetta ger myndir Jóannisar so livandi og sannar.

Nú er bæði eitt og annað, ið ikki er tikið upp her av tí, ið Jóannis teknaði og málaði: skip og bátar við bryggju og á vánni, seyðurin á bønum og blómurnar, sum hann hevði so stóran alsk til, og ikki at gloyma myndir hansara av fólki. Almikið kundi verið sagt um hetta, lat tað fara, vit minnast verkið hjá hesum stillføra málara, sum alt lívið bar føðilandið í sær, og evnaði at endurgeva tað so meistarliga.

Ingálvur”

Leirvíksingar fara eisini at hátíðarhalda dagin við eini afturlítandi framsýning í Lista- og bátasavninum. Les: Jóannes Kristiansen 100 ár í ár