(Mynd: Bjartur Vest)

100 mál fyri KÍ

Sverri Egholm

17.06.2018 - 22:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Páll Klettskarð skoraði í dag sítt mál nummar 100 fyri KÍ í bestu deildini.

Tað gjørdi hann í dystinum við Stóra millum TB/FCS/Royn og KÍ í dag, har KÍ vann 1-0. Páll Klettskarð hevur skorað tilsamans fýra mál hetta kappingarárið.

Við sigrinum megnar KÍ framvegis at fylgja við HB, sum strýkur avstað í oddinum, og er fimm stig frammanfyri klaksvíkingar.

Støðan
1. HB (37 stig)
2. KÍ (32 stig)
3. NSÍ (26 stig)
4. B36 (25 stig)
5. Víkingur (23 stig)
6. EB/Streymur (17 stig)
7. Skála (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (11 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)

Sí myndir: TB/FCS/Royn - KÍ (0-1)