Drekin Reyði. Mynd: Jens Kristian Vang

10-mannafør: Drekin Reyði er føroyameistari

Jógvan Hugo Gardar

12.07.2014 - 22:26

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Kappingin hjá 10-mannaførunum gjørdist ongantíð spennandi í dag. Argjamennirnir á Drekanum Reyða spurtaðu avstað, og hinir bátarnir kláraðu als ikki at fylgja drekamanningini.

Tá Drekin Reyði kom á mál vóru minst tvær bátslongdir til nummar tvey, ið gjørdist Vestmenningur. Nummar trý gjørdist Havnabáturin.

Argja Róðrarfelag luttekur í ár á fyrsta sinni við einum 10-mannafarið, og tað var ein røtt avgerð, tí nú er greitt at Drekin Reyði er føroyameistari. Á Ólavsøku kann Drekin Reyði bara vísa seg fram, og taka ímóti heiðrinum sum besta 10-mannafar 2014.