10-mannafør: Drekin Reyði suverenur á Sundalagsstevnu

Sverri Egholm

14.06.2014 - 22:01

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Drekin Reyði vann róðurin millum 10. mannaførini. Klaksvíkingar høvdu boða frá at teir ikki vórðu við á hesari stevnuni so tað varð ikki roknað við stórari mótstøðu. Hørð kapping var tó millum Havnabátin og Ormin Langa.

Úrslitini vóru hesi:
1. Drekin Reyði 04.51.20
2. Havnabáturin 05.03.08
3. Ormurin Langi 05.08.20
4. Eysturoyingur 05.12.23

Sí eisini: Alt frá kappróðrinum á Sundalagsstevnuni 2014