Ormurin Langi vann á Fjarðastevnu

10-mannafør: Hesaferð vann Ormurin Langi

Niels Petersen

16.07.2016 - 17:25

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Stórur spenningur hevur verið hjá 10 mannaførunum í ár. Eysturoyingur vann allar róðrarnar fram til Vestanstevnu, tá Drekin Reyði hálaði seg fram um teir. Á Fjarðastevnu í dag var søgan meinlík teirru á Vestanstevnu, men hesaferð var tað Ormurin Langi sum megnaði at yvirhála Eysturoying.

Ormurin Langi og Eysturoyingur fóru skjótt frá hinum báðum bátunum, og hóast bæði Havnarbáturin og Drekin Reyði hálaðu seg inn át teir fremstu móti endanum, so var tað tó ongantíð nóg mikið til at hótta teir. Kappingina millum Ormin og Eysturoying vann Ormurin við einum lúsa hundraðparti.

Nú er tað bara Havnarbáturin sum manglar at vinna ein av róðrunum í ár. Men tað skal tó nógv til, at Eysturoyingur ikki vinnur meistarheitið í ár.

Úrslit og tíðir
1. Ormurin Langi 04:36.15
2. Eysturoyingur 04:36.16
3. Havnarbáturin 04:38.14
3. Drekin Reyði   04:40:04