10-mannafør: Klaksvíkingur vann á Drekanum Reyða

Sverri Egholm

13.06.2015 - 15:32

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Sera stórur spenningur var um 10-mannafarsróðurin á Sundalagsstevnu.

Drekin Reyði legði seg á odda beinanvegin, men spenningurin gjørdist øgiligur til síðst tá Klaksvíkingur minkaði um munin. Tað var stavn um stavn og í allar síðstu løtu otaði Klaksvíkingur stavnin framum.

Klaksvíkingur vann róðurin á Sundalagsstevnuni í Kollafirði.

1. Klaksvíkingur 04.29.07
2. Drekin Reyði 04.29.24
3. Havnabáturin 04.32.06
4. Ormurin Langi
5. Nólsoyingur