12.500 er gott at halda vikuskifti við



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.05.2018 - 19:43

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Tað gongur striltið hjá nøkrum at vinna methøga stóra gekkin. Jan Hjaltalin Olsen av Norðasta horni í Havn fekk fulla plátu, og kom ígjøgnum við Rannvá Langgaard sum fjarritara.

Í fyrsta umfari endaði hann á 10.000, og tá varð upphæddin faldað við tíggju. Jan valdi at halda fram, og aðru ferð endaði hann á 20.000, sum hevði givið honum 120.000 krónur.

Hann valdi alíkavæl at halda fram, og satsa upp á, at vinna 2,4 millión krónur. Tað eydnaðist tó ikki, og Jan Hjaltalin Olsen stóð eftir við 12.500 skattafríum krónum.

Tað eru eisini pengar, og gott at halda vikuskifti við, sum veturin tók til.

Næsta fríggjadag verður 2,6 millión upp á spæl.