(Mynd: DPA)

13 ára gamal drongur funnið víkingaskatt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

17.04.2018 - 07:41

Tíðindi > Mentan > Søga
Ein 13 ára gamal drongur og lærari hansara hava verið við til at finna ein tann størsta fongin av blátonn-myntum í syðra parti av Eystursjónum, skrivar CNN.

René Schön og næmingurin Luca Malaschnitschenko fóru í januar ein túr út við einum metalfinnara á týsku oynni Rügen, tá ið teir komu framá eitt petti av aluminium.

Teir funnu tó skjótt útav, at talan var um silvur, skrivar DPA.

Teimum at takka fóru fornfrøðingar undir ein 400 fermetra stóran útgrevstur síðsta vikuskiftið og funnu meir enn 600 myntir og fleiri pettir av silvuri - harímillum hálsbond, ringar, brosjur, perlur og ein Tórshamara, sum kann daterast heilt aftur til 10. øld.

100 av myntunum, sum vórðu funnar, høvdu ein kristnan kross á og eru frá tíðini hjá Haraldi Blátonn.

Haraldur kongur Gormsson, eisini nevndur Blátonn, var kongur í Danmark og ráddi frá uml. 958 til hann doyði uml. 987. Mann veit ikki neyvt, nær Haraldur vendi um til kristna trúgv, men á stóra Jellingesteininum stendur, at Haraldur Blátonn kristnaði danir.