(Mynd: EPA)

13 fólk deyð í runuskriðu í Kalifornia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

10.01.2018 - 06:58

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

13 fólk hava latið lív og fleiri eru flýdd úr sínum heimi eftir ógvusligan runuskriðu í sunnara partin av Kalifornia.

Stormur og nógv avfall var orsøkin til, at tað leyp.

Bill Brown, sheriffur í Santa Barbara-økinum upplýsir fyri Reuters, at 13 fólk eru deyð. Harafturat vórðu yvir túsund borgarar bidnir um at leita sær trygd burtur frá heimum teirra.

Tað vóru tó einans millum 10 og 15 fólk, sum fylgdu hesum boðum, sigur ein talsmaður fyri sløkkiliðið í Santa Barbara.

Runuskriðan oyðilegði fleiri heim, knústi trø og skolaði bilar burtur, tá hon rakti í gjár.

- Tað minti um ein vígvøll frá fyrra heimskríggi. Har lá eitt lag av runu og húsaleivdum allastaðni, sigur Bill Brown, sheriffur.

Ógvusliga avfallið og skriðulopið rakti Montecito-býarpartin, sum er ein ríkur býarpartur, har fleiri kendir amerikanarar eiga hús. Ein teirra er sjónvarpskvinnan Ellen DeGeneres, sum hevur lagt eina mynd frá Montecito út á Twitter.

- Hetta er ikki ein á. Hetta er høvuðsvegur 101 í mínum býarparti júst nú. Montecito tørvar tykkara kærleika og stuðul, skrivaði hon.

Vanlukkan rakti sama part av Kalifornir, sum seinasta mánað var hart raktur av ógsusligum skógareldi.

Eldurin byrjaði 4. desember og er tann mest umfatandi, sum nakrantíð er skrásettur í Kalifornia. Hann breiddi seg yvir 1.140 ferkilometrar og oyðilegði 1.063 heim, skrivar Ritzau.