KÍ og B36 hittast við Djúpumýru í kvøld.
(Mynd: Sverri Egholm)

13. umfar á skránni í kvøld


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Agnar Frederiksen

10.08.2017 - 14:41

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fremsta kvinnudeildin fór í gongd aftur sunnudagin. Í kvøld er aftur fult umfar.

Støðan eftir 12 umfør:

KÍ 33 (+53)
EBS/Skála 33 (+39)
HB 19
B36 12
B68 6
ÍF/Víkingur 4


13. umfar:

18.00 ÍF/Víkingur- B68
19.00 KÍ-B36
19.30 HB- EBS/Skála

Størsti spenningurin er helst í Gundadali, har EBS/Skála fær eina trupla uppgávu ímóti HB, ið liggur á triðja plássið. Hetta eru liðini, ið skulu spæla steypafinalu um ein mánað. Tað er sera umráðandi fyri EBS/Skála ikki at missa stig í oddastríðnum. Hjá felagsliðnum kemur tað væl við, at Heidi Sevdal er tøk aftur eftir leikbann. HB vann á grannunum úr B36 sunnudagin, og liggur harvið trygt á bronsuplássinum.

Tað er sannliga eisini spenningur í Norðagøtu, har botndystur er. ÍF/Víkingur tekur ímóti B68, og tað eru bert tvey stig, sum skilja liðini. ÍF/Víkingur fekk veruliga oyruni í maskinina í Klaksvík sunnudagin, tá KÌ vann 13-0. B68 spældi hinvegin ein tættan dyst ímóti hinum oddaliðnum á útivøllinum. EBS/Skála skoraði til 3-1, og avgjørdi harvið dystin, tá fimm minuttir restaðu í á Eiði.

Í Klaksvík er Summar Festivalur, og KÍ tekur ímóti B36. KÍ má metast sum stórfavoritttur, og klaksvíkskvinnur vita, at tær hava fyrimunin við málúrtøku, og tær vilja helst gera tann fyrimunin størri í kvøld.