Tað vóru nógv mál at fegnast um hjá heimaliðnum í Klaksvík í gjárkvøldið.

(Mynd: Norðlýsið)

13. umfar: Yvirlit

Agnar Frederiksen

11.08.2017 - 10:58

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

13. umfar hjá kvinnum varð leikt í gjárkvøldið.

Bæði oddaliðini vunnu greitt. B36 var gestur á Djúpumýru á Summarfestivalinum, og KÍ vísti ikki gestablídni. KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum, og í 2. hálvleiki skrædnaði av álvara hjá B36. Tað endaði 7-0 til KÍ. Sigrid Jacobsen skoraði hattrick fyri KÍ. EBS/Skála fekk ein góðan útisigur í Gundadali. Felagsliðið vann 4-1 á HB. Tað var 4-0, áðrenn HB fekk minkað um munin. HB er tó enn trygt á bronsuplássinum. Hesi bæði liðini hittast í steypafinaluni í september.

ÍF/Víkingur vann botnuppgerðina ímóti B68. Tað var 0-0 í hálvleikinum, men miðskeiðis í 2. hálvleiki fekk heimaliðið hol á, og tað endaði við einum 3-0 sigri. Harvið fer ÍF/Víkingur frammum B68 á stigatalvuni.

Mikukvøldið er 14. umfar á skránni. Tá er oddadystur í Klaksvík, tá KÍ tekur ímóti EBS/Skála. KÍ hevur í løtuni betri málmun, men liðini eru jøvn í stigum. Talan verður allarhelst um ein tættan og spennandi dyst, ið eisini kann koma at verða sera avgerandi. 

13.umfar:
 
KÍ-B36 7-0 (2-0)
1-0: Sigrid Jacobsen 16.
2-0: Liljan Jacobsen 41.
3-0: Malena Josephsen 61.
4-0: Sigrid Jacobsen 63.
5-0: Liljan Jacobsen 72.
6-0: Sigrid Jacobsen 75.
7-0: Sofía Purkhús 87.

HB-EBS/Skála 1-4 (0-2)
0-1 Birna Johannesen 26.
0-2 Heidi Sevdal 41.
0-3 Ansy Sevdal 59.
0-4 Margunn Lindholm 70.
1-4 Milja Simonsen 73.

ÍF-Víkingur-B68 3-0 (0-0)
1-0 Arnborg Lervig 67.
2-0 Sjálvmál 77.
3-0 Jensa Tórolvsdóttir (brotsspark) 86.


Støðan
KÍ 36 (+60)
EBS/Skála 36 (+42)
HB 19
B36 12
ÍF/Víkingur 7
B68 6