Mynd: P/F Eystur- og Sandoyartunlar

136 metrar sprongdir í síðstu viku

Sverri Egholm

18.06.2018 - 20:55

Tíðindi >

Arbeiðið við Eysturoyartunlinum gongur skjótt, og í síðstu viku vóru 136 metrar sprongdir. Sostatt eru 5.810 metrar sprongdir av tilsamans 11.250 metrum, sum Eysturoyartunnilin verður til longdar.

Á Hvítanesi vóru 88 metrar sprongdir í síðstu viku, og har eru samanlagt 2.807 metrar sprongdir.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu 20 metrar sprongdir, og móti Rókini 28 metrar.

Um alt gongur sum ætlað, verður tunnilin skotin ígjøgnum um eitt ár og koyrandi verður fyri árslok í 2020.