Mynd: Teitur Samuelsen

137 metrar sprongdir í síðstu viku

Sverri Egholm

16.04.2018 - 18:44

Tíðindi >

Í síðstu viku vórðu sprongdir 137 metrar í Eysturoyartunlinum. Tað boðar Eystur- og Sandoyartunlar frá í dag.

Á Hvítanesi vóru boraðir 62 metrar, og har eru nú tilsamans sprongdir 2.267 metrar.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vórðu sprongdir 43 metrar. Har eru tilsamans sprongdir 473 metrar.

Móti Rókini vórðu sprongdir 32 metrar. Har eru tilsamans sprongdir 316 metrar. Tilsamans eru nú sprongdir 4.681 metrar, av samanlagt 11.250 metrum.