14 ára gamli Hanus var stinnastur av monnum

Ingi Samuelsen

02.07.2015 - 14:31

Ítróttur > Ítróttur > Borðtennis

14 ára gamli Hanus Sørensen var tann seinasti av føroysku borðtennisharrunum, stóð eftir í einstaklingakappingini.

Bara Hanus og Hallur Thorsteinsson spældu seg fram til 1/16-finalurnar í dag. Meðan Hallur tapti móti einum álendingi, kláraði ungi Hanus at koma víðari uttan dyst, tí caymanoyingurin hann varð settur at spæla ímóti, ikki kundi.

Í 1/8 finaluni spældi Hanus móti einum gotlendingi, Björn Axelson, sum var cirka tvífalt so stórur sum hann. Hanus kom skjótt afturum 0-2 við settunum 11-7 og 11-8. Men í triðja setti kempaði ungi føroyingurin seg aftur og vann 11-7. Í fjórða setti misti Hanus takið aftur og tapti 4-11 og harvið dystin.

Men tað eru onnur, sum enn eru við í borðtenniskappingini. Henrietta Nielsen skal spæla fjórðingsfinalu seinni í dag eftir at hava vunnið 3-0 móti einum gotlendingi í 1/8 finaluni.

Og Henrietta og Durita Fríðadóttir Jensen hava spælt seg til fjórðingsfinaluna í tvímansleiki, har tær skulu møta einum pari av Gotlandi.

Durita er eisini við í blandaðum tvímansleiki. Hon og Pætur Albinus eru komin í 1/8 finaluna, har tey skulu hitta einum pari av Jersey.