Her sært tú framførsluna hjá Carlsen-systrunum

1,4 milliónir hyggjarar sóu Carlsen-systrarnar leygardagin

Sverri Egholm

12.02.2018 - 18:37

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

Helst vóru tað fá sjónvørp og tól í Føroyum, sum ikki vóru sett á DR 1 leygarkvøldið, tá Carlsen-systrarnar í Gigantinum í Aalborg sungu um at sleppa víðari í danska melodi grandprixnum.

Danmarks Radio hevur í dag kunngjørt donsku hyggjaratølini, sum Kantar Gallup ger. Nágreiniliga 1.383.000 hyggjarar fylgdu við sendingini. Góðar 100.000 fleiri hyggjarar enn X Factor fríggjakvøldið.

Hyggjaratalið er tó nakað lægri enn í fjør, tá 1.443.000 hyggjarar fylgdu við.

Tað eydnaðist tó ikki systrunum úr Havn, Vanju, Lailu og Barbaru, at koma víðari til finaluumfarið. Jonas Flodager Rasmussen við víkingasanginum “Higher Ground“.