(Mynd: AP Images)

140 donsk nøvn og virkir nevnd í Paradísskjølunum

Ari av Rana

06.11.2017 - 11:33

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Tá Paradísskjølini í gjár blivu almannakunngjørd, vóru 140 donsk nøvn og virkir nevnd at finna í skjølunum, skrivar DR. Millum tey nevndu eru aðalfólk, advokatar, ríkmenn, virkir og privatir danskarar.

Paradísskjølini vísa hvussu advokatfelagið Appleby í Bermuda hevur hjálpt til við skattaskjóli. Talan er um bæði núlivandi og deyðar danskarar, sum hava verið kundar hjá Appleby.

Flestu nøvnini eru tó bert nevnd í samband við, at Appleby hevur keypt teirra virki og síðani lukka teirra konto, tí at virkini ikki liva upp til støðið hjá Appleby. Tí hevur Appelby einki danskt virki sum kunda.

Onkrir advokatar og advokatvirki eru nevnd í skjølunum. Í tí eina førinum var eina advokatvirki ikki beinleiðis kundi hjá Appleby, men felagið hevur hjá útlendskum kunda, sum vildi flyta stóra peninganøgd frá Bermuda, ígjøgnum donsk smápartafeløg, sum vóru stovnaði til endamálið, og víðari til heimlandi hjá móðurfelagnum. Í hesum førinum metti danska advokatfelagið, at tað var 85% møguleiki fyri at ætlanin hevði verið góðtikin sum lóglig av donskum dómstóli. Skat gjørdi einki, sakin kom aldrin fyri dómstól og smápartafelagið bleiv lukkað.

Donsk aðalsfólk og ríkmenn eru við í skjølunum, m.a. tí at teir hava keypt ognir í útlondum. Nakrir av danskarunum eru partur av donsku reiðaríum, og eru við tí at teir hava verið við til at stovna feløg, sum skulu umsita ymisk farmaskip.

Danskir eftirlønarkassar og tryggingarfeløg verða eisini nevnd. Tað er mest í samband við íløgu í ymiskar íløgugrunnar, sum hava adressu í skattaskjóli.