(Mynd: EPA)

15 ára gomul setti nýtt heimsmet í ísdansi

Ingi Samuelsen

21.02.2018 - 10:07

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Tað fór beint í søgubøkurnar tá 15 ára gamla Alina Zagitova úr Russlandi dansaði seg til nýtt heimsmet í innleiðandi kappingini á skoytum á vetrarolympisku leikunum í Suðurkorea.

Stutt frammanundan hevði ein onnur russisk genta, 18 ára gamla Evgenia Medvedeva sett nýtt heimsmet fyri aðru ferð á hesum leikunum, tá hon fekk 81,61 stig, og tók harvið egna met sítt upp á 81,06.

Men hetta metið varð væl og virðiliga tikið, tá Zagitova varð skrásett fyri heili 82,92 stig, og slóðaði harvið kósina móti einum OL-gullheiðursmerki

Torleikastigið, sum lá rættiliga væl hægri enn Medvedeva, var orsøk til høgu metingina. Bæði Medvedeva og Zagitova eru vil til OL undir nevtralum flaggi, tí Russland er útihýst frá leikunum orsaka av dopingákærum.

Stigini frá innleiðandi kappingini verða tikin við í víðari kappingini, sum verður í morgin. Her eru russisku genturnar favorittar til at enda ovast á sigurspallinum.

Í liðkappingini gjørdust ’Olympisku íðkararnir úr Russlandi’ silvurvinnarar eftir Kanada, sum vann gull.