Kevin Andersen t.v. (Mynd: BT)

16 ára fongsul fyri at drepa og lima sundur rokkara í Danmark



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.12.2017 - 12:42

Tíðindi > Danmark

34 ára gamli Darko Petric er í rættinum í Glostrup í Danmark dømdur 16 ára fongsul fyri at hava dripið og lima sundur 25 ára gamla Satudarah rokkaran Kevin Andersen í fjør.

Í dóminum stendur, at hann er dømdur fyri ósømiliga handfaring av líki, frælsistøku, grovan harðskap, hóttanir, og brot á vápnalógina.

Fongsulsrevsing á 16 ár er longsta tíðaravmarkaða fongsulsrevsingin møgulig í Danmark.

Ákærin, Morten Frederiksen, kallar sakina fyri óhugnaliga og heilt óskiljandi.

- Hetta minnir um ein av teimum ringastu ræðufilmunum, sigur Morten Frederiksen við TV2.

Kevin Andersen varð dripin 29. august 2016 í síni íbúð í Ballerup, og viku seinni varð hann funnin limaður sundur og og goymdur í Ikea posum og kuffertum í einum skógarøki millum Albertslund og Ballerup.

Í 5 dagar eftir at hava dripið Kevin Andersen, helt Darko Petric ein vin hjá Kevin til gísla inni á baðirúminum í íbúðini hjá Kevin. Vinmaðurin varð eisini hóttur til at lima Kevin Andersen sundur eftir at hann var dripin.