Bjarti Vitalis Mørk saman við formanninum í HB, Kaj Leo Holm Johannesen, eftir at sáttmálin varð gjørdur.


Partarnir hava skrivað sáttmála, ið er galdandi í tvey og eitt hálvt ár.


Mynd: hb.fo/Turið

16 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk gjørt sáttmála við HB: - Ein barnadreymur ið gerst til veruleika



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

20.07.2017 - 22:12

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

HB hevur gjørt sáttmála við 16-ára gamla Bjarta Vitalis Mørk. Tað skrivar heimasíðan hjá HB í kvøld. Ungi og evnaríki málverjin hevur vant við besta liðnum í longri tíð, og hevur millum annað sitið á bonkinum tríggjar ferðir í ár í Effodeildini, og hevur spælt tveir dystir fyri 1.deildarliðið. Bjarti hevur eisini fleiri dystir á U15-landsliðnum, og var partur av U17-landsliðnum, ið var við til EM í mai. Har vardi hann málið í dystinum ímóti Skotlandi, og kom sera væl frá uppgávuni. Bjarti sigur soleiðis um kensluna, nú hann hevur skrivað undir við HB

- Eg eri sera fegin og stoltur av at hava fingið møguleikan at undirrita mín fyrsta sáttmála við HB. Tað er ein barnadreymur, ið gerst til veruleika.

Bjarti búði tað mesta av barnaárunum í Danmark, og har var hann millum partur av ungdómsdeildini hjá FCK í nøkur ár. Hann er uppsettur uppá, at klára seg væl í HB og á landsliðnum og tað er nakað, sum hann veit krevur hart og rætt arbeiði:

- Eg taki mínar málsetningar stig fyri stig. Fyrst snýr tað seg um, at fáa mínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá HB, og at vinna mær plássið sum fyrsti málverji á U17-landsliðnum, ið fer til NM í Íslandi um eina viku. Eg fari framhaldandi at arbeiða hart, venja væl og menna meg sum málmann. Einans á hendan hátt, kann eg ein dagin verða fyrsti málmaður fyri HB.

Bjarti og HB hava skrivað undir ein sáttmála, ið er galdandi til og við 2019.