Liverpool spældi seg víðari við samanløgdum 6-3 sigri á Hoffenheim í playoff-dystunum. Nú bíðar ein spennandi uppgáva á Anfield ímóti Sevilla í fyrsta dystinum í bólkaspælinum (Mynd: EPA)

16 lið í eldin í kvøld

Agnar Frederiksen

13.09.2017 - 14:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Í kvøld eru aftur átta dystir á skránni í Champions League. Í gjár leiktu 16 lið í fyrsta umfarinum í bólkaspælinum. Í kvøld er tað so hin helvtin av liðunum, ið skulu í eldin. Talan er um tey 16 liðini í bólkunum E-H.

Tað er áhugavert, at trý ensk lið skulu í dyst í kvøld. Manchester City er á útivølli ímóti hollenska meistaraliðnum Feyernord. Tað eru tveir sera spennandi dystir fyri framman á enskari jørð. Liverpool tekur ímóti Sevilla á Anfield. Liðini hittust í Europa League finaluni í 2016. Tá var Sevilla omaná og vann 3-0.

Tottenham fær vitjan av Borussia Dortmund á Wembley. Hetta kann longu verða ein lykladystur, tí tað verða allarhelst hesi bæði liðini, sum koma at kappast um at koma víðari saman við Real Madrid í bólki H. Real Madrid byrjar sína verju av heitinum sum meistari í Champions League á heimavølli ímóti Apoel. 

Allir dystirnir byrja kl. 19.45. Her er eitt yvirlit: 

Bólkur E:
Liverpool - Sevilla
Maribor - Spartak Moskva

Bólkur F:
Feyenoord - Manchester City
Shakhtar Donetsk - Napoli

Bólkur G:
FC Porto - Besiktas
RB Leipzig - Monaco

Bólkur H:
Real Madrid - Apoel Nicosia
Tottenham Hotspur - Borussia Dortmund