(Savnsmynd: Sverri Egholm)

168 nýggj barnaansingarpláss í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

18.06.2018 - 14:21

Tíðindi > Streymoy - Tórshavn

Trotið av barnaansingarplássum í Tórshavnar kommunu er væl kent, og nú fer Tórshavnar býráð at viðgera uppskot um at gera 168 nýggj barnaasingarpláss fyri 13,5 mió. kr.

Málið kemur fyri á býráðsfundi mikukvøldið. Í løtuni verða 60 nýggj pláss gjørd í gamla Realskúlanum. Umframt hetta verður Brúni Skúli við Fríðriks Petersens gøtu umbygdur til dagsstovn við tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum. Hesin skal rúma 46 børnum.

Tríggir aðrir dagsstovnar skulu eisini umbyggjast, so at 44 pláss verða afturat.