Ein av teimum sum er deyður av ókendari sjúku í Ode-Irela verður fluttur. Mynd: jayfiveoxide

17 deyð av ókendari sjúku í Nigeria

Jógvan Hugo Gardar

19.04.2015 - 16:30

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Ein ókend sjúka hevur kostað lívið hjá 17 persónum í býnum Ode-Irele í landsynningspartinum av Nigeria. Sjúkan skal ikki hava smitta uttanfyri hetta øki.

Blóðroyndir vísa at talan ikki er um ebola ella aðrar kendar virussjúkur. Tey sjúku høvdu ilt í høvdinum, fóru niður í vekt, sóu óklárt og mistu vitið áðrenn tey doyðu.

Blóð-, land- og ryggmargsroyndir eru tiknar av sjúklingunum og verða nú kannaðar á ríkissjúkrahúsinum í Lagos, skrivar AFP.