(Mynd: EPA)

USA: 17 deyð í skotatsókn móti skúla



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.02.2018 - 00:45

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Minst 17 persónar eru deyðir í einari skotatsókn móti einum skúla í Florida. Tað upplýsir løgreglan sambært útlendskum miðlum. Gerningsmaðurin er handtikin.

Danmarks Radio skrivar á heimasíðuni, at atsóknin fór fram seinnapartin lokala tíð á skúlanum Marjory Stoneman Douglas High School í býnum Parkland, júst sum næmingarnir fóru at fáa frí hvørja løtu.

Onkur - helst er tað gerningsmaðurin - setti eldávaring í gongd, og meðan næmingarnir runnu út úr skúlastovunum varð tað skotið í og rundan um ein ávísan bygning á skúlanum.

Løgreglan heldur seg hava handtikið persónin, sum stendur aftanfyri atsóknina. Eftir øllum at døma er talan um ein fyrrverandi næming á skúlanum, sum er 18 ára gamal.

Gerningsmaðurin bleiv handtikin í einum býi nærhendis Parkland.

Skotatsóknin er ein av 20 størri atsóknum í USA síðani ársskiftið, skrivar dr.dk.



beint nú