17 hirðar handtiknir, sigur Paul Watson

Jógvan Hugo Gardar

31.08.2014 - 02:05

Tíðindi >

 Í einum boðum til sínar fjepparar boðar Paul Watson frá at 17 limir í felagsskapinum eru handtiknir á Sandi í kvøld, og fluttir til Havnar í tyrlu.

Hann skrivar at børn og vaksin fagnaðu drápinum og handtøkunum av hirðunum.

Tey sum eru handtikin koma úr Suður-Afrika, Spania, Meksiko, Italia, Avstralia og Frankaríki. Paul Watson hevur fyrr í kvøld eisini almannakunngjørt nøvnini á fleiri av teimum handtiknu.