Mynd: Sverri Egholm

18 fakfeløg í samhugaverkfall

Sverri Egholm

11.01.2018 - 18:07

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Støðan er sera spent á arbeiðsmarknaðinum. Í morgin á middegi fara 18 fakfeløg at handa Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum eina fráboðan um samhugaverkfall.

Tað upplýsir Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, fyri Kringvarpinum.

Talan er um eitt 24 tíma samhugaverkfall og ætlanin er at øll fara í senn. Verkfall skal fráboðast 48 tímar áðrenn tað kemur í gildið, so tað er hugsandi, at samhugaverkfallið verður mánadagin ella týsdagin.

Annars hevur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sent boð eftir pørtunum í drúgva verkfallinum, sum byrjaði 12. desember. Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag hittast klokkan 13 á Hotel Føroyum í morgin.

Sí eisini: Myndir: Pedagogar mótmæltu á Vaglinum