(Mynd: Morgunblaðið)

19 ára langa fongsulsrevsing fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir

Sverri Egholm

29.09.2017 - 15:34

Tíðindi > Ísland

Grønlendski Thomas Møller Olsen hevur í dag fingið 19 ára fongsulsrevsing fyri drápið á Birnu Brjánsdóttir umframt at smugla hassj.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið KNR.

Eisini skal hann rinda umleið 450.000 danskar krónur í endurgjaldi til foreldrini hjá Birnu Brjánsdóttir umframt tað eisini sakarmálskostnaðin á 1,2 milliónir krónur.

Sostatt verður fyribilspunktum sett við málið um ungu íslendsku gentuna Birnu Brjánsdóttir, sum hvarv eftir ein túr í býnum leygardagin 14. januar í ár.

Seks dagar eftir varð líkið funnið við sjóvarmálan nakað uttanfyri íslendska høvuðsstaðin Reykjavík. Dagarnar eftir, at hon hvarv, vórðu grønlendski Thomas Møller Olsen og ein annar av manningini umborð á trolaranum Polar Nanoq handtiknir.

Annar maðurin varð leyslatin, men Thomas Møller Olsen hevur sitið í varðhaldið síðani 18. januar til í dag, skrivar knr.gl.