19 nýggir maskinistar

Tíðindaskriv

13.03.2017 - 13:11

Tíðindi > Útbúgvingar

Í dag fingu 19 mans prógv handað á Vinnuháskúlanum, har eini 100 fólk vóru komin saman fyri at luttaka í próvhandanini á skúlanum.

Stjórin, Wilhelm Petersen, bjóðaði vælkomin, og helt síðani eina røðu fyri nýklaktu maskinistunum. Vinnuháskúlin hevur seinastu árini bert tikið maskinistar inn á skúlan triðja hvør hálvár. Um nóg stórur áhugi er, verður ein flokkur tikin inn at byrja longu í august í ár.

Eisini Regin Olsen, næstformaður í Maskinmeistarafelagnum, og Heini Magnussen, umboð fyri maskinistarnar, høvdu nøkur góð orð til próvtakararnar.

Teir, sum í dag hava fingið prógv eru:, Petur Arni Mortensen, Torkil Beder Thomsen, Adrian Ólason Johannesen, Áki Breyt Hermansen, Árni Jacobsen Tausen, Bergur Mortensen, Bergur Sørensen, Dávur Beder, Eilif Jóhan Hans Samuelsen, Eystein Cornette, Heini Magnussen, Henning Lamhauge, Ingi Mohr, Kenneth Gaardlykke (er ikki við á myndini), Sámal Johannesen, Sigmundur Martinsson Jacobsen, Símun Andrias Lamhauge, Søren Hjarbæk Jensen og Kjartan Johansen (er ikki við á myndini).

Virðisløn fingu Kenneth Gaardlykke, mátitól frá Maskinmeistarafelagnum, Søren Hjarbæk Jensen, kikara frá EikBanka og Bergur Sørensen, lummaur frá Antares.