Tey nærmastu bíða eftir tíðindum (Mynd: CNN)

192 fólk væntast deyð eftir at ferðafólkaferja sakk í Indonesia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.06.2018 - 18:27

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Ein ferja við ferðafólk koppaði mánakvøldið har norðuri í Sumatra í Indonesi, tá fleiri enn 200 fólk kroystu seg umborð á ferjuna, sum rúmaði 60 fólkum.

Ferjan var á veg á siglingarleiðini yvir Toba vatnið, sum tekur 40 minuttir, men innan 20 minuttir koppaði ferjan,og meginparturin av teimum ferðandi vórðu fangaði inni í ferjuni.

Myndugleikarnir siga, at aldan var um tríggjar metrar hetta kvøldið, og mett verður, at ferjan er farin at rugga ógvusliga.

Ein av teimum 18, sum yvirlivdu segði, at tá báturin byrjaði at rugga ógvusliga, hoppaði hann fyri borð og svam so langt burtur hann var mentur. Eygnavitni hevði verið á kampingtúri við átta vinmonnum. Allir vinmenninir druknaðu.

Myndugleikarnir arbeiða ikki longur við at bjarga fólkum. Nú verður arbeitt við at fáa tey deyðu heim, skrivar CNN.