Leikandi venjarin hjá B71, Símin Hansen, her í dysti fyri AB, tryggjaði í dag sínum liðið sigurin í yvirtíðini ímóti Víkingi (Mynd: Jens Kr.Vang/Savnsmynd)

6.umfar: Fýra útisigrar og framvegis tætt í oddinum

Agnar Frederiksen

14.04.2018 - 20:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Fult umfar hevur verið í 1.deild í dag. Øll tey fýra fremstu liðini vunnu, og tendensurin við fáum javnleikum heldur fram

Úrslitini í dag:

Giza Hoyvík – KÍ 0-3(0-0)

NSÍ – Skála 3-1(2-0)

HB – B68 1-2(0-1)

TB/FCS/Royn – ÍF 0-9(0-3)

Víkingur – B71 1-2(1-0)


Oddaliðið KÍ koppaði í dag Giza Hoyvík á útivølli. Tað var málleyst í hálvleikinum, men í 2.hálvleiki fingu klaksvíkingar sett tingini uppá pláss. Aksel B. Danielsen skoraði til 1-0 tíðliga í 2.hálvleiki, og økti eisini til 2-0. Liðformaðurin Henry Heinesen setti punktum við málið uppá brotsspark. Í støðuni fekk Salomon Kwao hjá heimaliðnum reytt kort. KÍ er framvegis á odda, meðan Giza Hoyvík framvegis er undir strikuni.

Góða gongdin hjá NSÍ heldur fram. Runavíkingar eru nú eins og KÍ ósigraðir eftir seks umfør. Í dag gekk tað útyvir skálamenn, ið vóru komnir yvirum fjørðin á vitjan. Heimaliðið kom á odda beinanvegin, tá Hans Marius Davidsen skoraði. Stutt fyri hálvleik økti Jann Martin Mortensen, og Steffan A.Løkin økti til 3-0 og punkteraði dystin í 78.minutti. Skála fekk pyntað í yvirtíðini. Tað var Karstin Justesen, ið var málskjútti. NSÍ er ájavnt við KÍ í stigum, har klaksvíkngar hava munin, tá tað kemur til málúrtøku.

Toftamenn vunnu fyri fjórði ferð á rað, tá teir vóru á vitjan í Gundadali. Eins og seinastu dystirnar er talan um teprar sigrar til liðið hjá Bill Mc.Leod Jacobsen. Sveinur Justinussen legði B68 á odda eftir 25.minuttir. Leingi var støðan 1-0, áðrenn sterki áleyparin skoraði fyri aðru ferð, tá eitt korter var eftir. HB svaraði tó aftur beinanvegin, tá Ari Mohr Olsen minkaði um munin. Heimaliðið fekk tó ikki javnað, og tapti fyri triðju ferð í ár 2-1 á heimavølli.

ÍF vann stórsigur í Trongisvági í dag. Útiliðið var favorittur, og vísti eisni hví. Fuglfirðingar vóru á odda 3-0 í hálvleikinum, og í seinna hálvleiki gjørdist ilt verri hjá suðuroyingum. ÍF skoraði seks ferðir afturat, og eru á veg norð við einum 9-0 sigri. Dánjal Pauli Højgaard og Dánjal á Lakjuni, ið nú er einsamallur toppskjútti í deildini, gjørdist tvífaldur málskjúttar. Fimm aðrir ÍF-leikarar komu á máltalvuna.

B71 vann heldur yvirraskandi í Leirvík. Víkingur kom annars á odda fimm minuttir fyri hálvleik, tá Elias Lervig skoraði. Men næstan beinanvegin í 2.hálvleiki javnaði Tijani Mohammed fyri sandoyingar. Tá sá leingi út til at enda 1-1, men í yvirtíðini fekk útiliðið brotsspark, og tað umsetti Símun Hansen til mál. Trý sera góð og týdningamikil stig til B71, meðan Víkingur annan dystin á rað tapti á heimavølli.

Heldur løgið er tað, at úrslitið í fýra teimum seinastu dystunum hjá teimum næstbestu hjá Víkingi verið 1-2. Talan hevur verið um tveir sigrar og tvey tap; samstundis hevur úrtøkan hjá Betri-liðnum hjá Víkingi seinastu fýra dystirnar verið tvey tap og tveir sigrar, har allir dystirnir eru endaðir 2-1.

Støðan eftir 6.umfar:

KÍ 16
NSÍ 16

B68 15
ÍF 12
Víkingur 9
HB 6
B71 6
Skála 3
Giza Hoyvík 2
TB/FCS/Royn 1