Yvirlit: 1.umfar í steypakappingini - fimm favoritsigrar og tvey stór yviraskilsi

Agnar Frederiksen

25.04.2018 - 19:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

”The magic of the FA Cup”Hesin setningurin verður ofta nýttur í fótbóltsins móðurlandið um heimsins elstu steypakapping, tá tað kemur fyri, at til dømis eitt lið frá lægri deild slær eitt Premier League-lið út.

Tað var ikki nakað lið frá einari lægru deild, ið sló eitt av liðunum úr Betri-deildini út í dag. Undrið er oddaliðið við fullum stigatalið í 2.deild, og B68 og ÍF eru bæði í topp.trý í 1.deild, og stríðast fyri at sleppa upp í bestu deildini. Men í dag var eingin ivi, tá ávikavist EB/Streymur, HB og B36 slóu hesin liðini út við samanlagt 10-0.

Yviraskilsini í dag komu í innanhýsis uppgerð ímillum lið í Betri-deildini. TB/FCS/Royn og AB liggja í botn-trý, og skulu stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting í ár. Men í dag gjørdu sendu suðroyingar ósigraða oddaliðið í Betri-deildini heim við Smyrli ongul í reyv. Og eitt sindur seinni stóð AB fyri einari steypasensatión, tá liðið hjá Sorin Anghel vann 1-0 við Løkin ímóti steypavinnarunum.

Tað var Salmundur Bech, ið gjørdist steypahetjan í Suðuroynni. Hann var tvífaldur málksjútti, tá suðuroyingar vendu 0-1 til 2-1 ímóti KÍ. Hjá AB var tað 17-ára gamli Bartal Skaalum Petersen, ið við sínum fyrsta málið á besta liðnum, sendi argjamenn víðari. Sostatt er steypavinnarin í 2016 úti, og steypavinnarin frá í fjør er heldur ikki í pottinum, tá trekt verður til fjórðingsfinalurnar.

Skála var favorittur á heimavølli ímóti 07 Vestur, og B71 var favorittur, tá Giza Hoyvík vitjaði á Sandi. Og bæði heimaliðini vunnu. Á Sandi skoraði Tijani Mohammed hattrick í 4-0 sigrinum, har trý tey seinastu málini komu ímóti endanum. Á Skála gjørdist Pætur Dam Jacobsen einsamallur málskjútti, og harvið matchvinnari.

Víkingur er tað áttanda liðið í fjórðingsfinalunum, ið verða leiktar 10/5.

Her er eitt yvirlit yvirúrslitini og málskjúttar frá fyrsta umfari í steypakappingini:

B68 - HB 0-3(0-4)
0-1 Adrian Justinussen
0-2 Adrian Justinussen
0-3 Magnus Egilsson
0-4 John Frederiksen

TB/FCS/Royn - KÍ 2-1(1-1)
0-1 Páll A. Klettskarð
1-1 Salmundur Bech
2-1 Salmundur Bech

B71 - Giza Hoyvík 4-0(1-0)
1-0 Tijani Mohammed
2-0 Mads Hentze
3-0 Bakary Bojang
4-0 Tummas Pauli Olsen

Undrið - EB/Streymur 0-3(0-2)
0-1 Ari Ólavson Ellingsgaard
0-2 Arnar Dam
0-3 Ari Ólavson Ellingsgaard

ÍF - B36 0-3(0-2)
0-1 Hugin Samuelsen
0-2 Benjamin Heinesen
0-3 Kaimar Saag

NSÍ - AB 0-1(0-1)
0-1 Bartal Skaalum Petersen

Skála - 07 Vestur 1-0(0-0)
1-0 Pætur Dam Jacobsen