2. partur: BUBU fær forkunnugar gestir í Kunoy

Snorri Brend

07.12.2014 - 06:17

Tíðindi >

Enn einaferð hevur tað eydnast klovninum BUBU at fáa serstakar og forkunnugar gestir á gátt í Kunoy.

Hesaferð er ein nýggj søga, og eisini nýggir tónleikarar á vitjan hjá BUBU, har vit kunnu nevna: Tórfríð Tavsen sum saman við Jóhan Mikkelsen, framføra eitt stilt og sera jólaligt lag.

Eisini eru Hallur, Kristina og Beddi og framføra ein sindur lívligan sang um jólamannin.

Eins og í fyrstu sendingin, so eru hyggjuráð, ið hóska seg bæði til børn og vaksin.


Stytti tykkum um stundir, njóti góðan tónleik og fái eina góða søgu - saman við BUBU, ið sera hugnaligum høli, heima í Kunoy.


Upptøkan sæst niðanfyri ....