Mynd: Haldur Suni Johansen

Seinna steypakappingin i estetiskum fimleiki sunnudagin



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.03.2018 - 21:29

Ítróttur > Ítróttur > Fimleikur

Sunnudagin 11. mars verður seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki í ítróttarhøllini í Runavík.

19 lið luttaka frá Fimleikafelaginum Støkk, Fimleikafelaginum Ljósið og Havnar Fimleikafelag.

Kappast verður millum pinkur, smágentur, gentur, kvinnuunglingar og kvinnur.

Dómarar til kappingina: Lea Kriibi frá Estlandi, Leena M. Starck og Joanna Mãkelã frá Finlandi, Anetta Hjermetslev Pedersen frá Danmark, Beinta Danielsen, Elna Johannesen, Arnfríð Poulsen Eva M. Holm og Óluva Maria Højgaard.

Pinkur og smágentur kappast klokkan 13 og eftir steðgin kappast gentur, kvinnuunglingar og kvinnur klokkan 15.30.