20. desember: Jólakalendarin hjá Kristinu Bærendsen

Sverri Egholm

20.12.2016 - 13:32

Mentan > Mentan > Tónleikur

Kristina Bærendsen fer hvønn dag fram til 24. desember, at leggja eitt stutt videobrot á netið. Hon framførir ikki jólaløg, men brot úr góðum countrysangum.

Í dag 20. desember syngur Kristina “Put Your Hand In The Hand” hjá Loretta Lynn. Framførslan er í hangarinum hjá Atlantic Airways í Vágum, har almenn móttøka er í dag fyri nýggja flogfarinum.

Hoyr brotið omanfyri.