Løgreglan biður fólk halda seg burtur frá økinum (Mynd: VG)

20 fólk skotin á náttklubba í Orlando í Florida

Niels Petersen

12.06.2016 - 12:01

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Umleið 20 fólk blivu seint í gjárkvøldið skotin í einum náttklubba í amerikanska býnum, Orlando í Florida. Sambært norsku tíðindastovuni VG stóð á Twitter umleið klokkan 23 føroyska tíð, at gernigsmaðurin var deyður. Tað er tó ikki vist, at talan bert var um ein gerningsmann. Um 100 fólk vóru inni, tá skot blivu latin av.

Tað var alt eitt stórt kaos
Ricardo J. Negron Almodovar var til staðar á náttklubbanum, Pulse, tá skjótingin byrjaði. Men hann slapp sær, óskaddur, til rímingar.

– Tað vóru yvir 100 fólk inni tá byrjað varð at skjóta, og klokkan hevur verið umleið 02. Eg hoyrdi nøkur skot, og vit blakaðu okkum á gólvið. Tað tóktist sum skeyt gerningsmaðurin upp undir loftið, tí glas datt niður á okkum. Tá steðgur kom í skjótingina hildu vit til beins, greiðir Ricardo J. Negron Almodvar frá fyri VG.

Ricardo fortaldi eisini, at tá hann var á veg út úr náttklubbanum sá hann fleiri við skotsárum, og royndi hann sum frægast at hjálpa hesum.

Skottilburðurin kemur bert eitt lítið samdøgur eftir at 22 ára gamla sangarinnan, Christina Grimmie varð skotin og dripin, somuleiðis í Orlando. Hon hevði júst havt eina konsert í býnum, og meðan hon skrivar autografar kemur ein maður móti henni og skjýtur hana. Hon yvirlivdi túrin til sjúkrahúsið, men har doyði hon av løstunum.

Christina Grimmie bleiv kend gjøgnum amerikanska eintakið av sjónvarpsssangkappingini, The Voice.