(Mynd: starrfmonline.com)

20 kroyst til deyðis ella druknað undir koppaðum træi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

20.03.2017 - 07:23

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Upp móti 20 fólk hava latið lív og fleiri onnur særdust, tá eitt stórt træ datt niður yvir ein bólk av lesandi, ið svumu undir fossinum Kintampo í Brong-Ahafo í afrikanska landinum Ghana, skrivar BBC.

Vanlukkan hendi, meðan fólk svumu undir einum stormi, upplýsa umboð fyri bjargingarmyndugleikarnar fyri BBC.

- Eitt ovurstórt træ datt oman av eggini tá tað fór at regna og kroysti fólkini, sum svumu undir fossinum, greiðir eitt eygnavitni frá fyri blaðnum Starr News.

- Flestu teirra vóru lesandi á Wenchi Senior High School í Ghana, meðan onnur vóru ferðafólk. Vit royna at bjarga teimum, ið sita føst við at saga trækrúnuna sundur við motorsagum, legði eygnavitnið afturat.

Ein talsmaður fyri sløkkiliðið á staðnum sigur, at bæði løgreglufólk og sløkkiliðsfólk luttóku í royndini at bjarga teimum neyðstøddu svimjarunum.

Sambært AFP doyðu 18 fólk á staðnum, meðan tvey afturat doyðu seinni á sjúkrahúsinum.

11 onnur hava fingið viðgerð fyri skaðar, teirra millum leiðarin, sum hevði ábyrgdina fyri skúlaútferðini.