(Mynd: EPA)

20 skúlabørn deyð í ógvusligari ferðsluvanlukku



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

21.04.2017 - 16:50

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

20 skúlabørn doyðu í ógvusligari ferðsluvanlukku í Suðurafrika í dag. Tað upplýsir ein talsmaður fyri bjargingartænastuna ER24 fyri AFP-tíðindastovuni.

Børnini vóru ferðafólk í einum bussi, sum rendi inn í ein lastbil, sum síðan sprongdist. Vanlukkan hendi 70 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Pretoria, nærhendis býin Bronkhorstspruit, skriva skúlamyndugleikarnir í Gauteng-landslutinum á Twitter.

Børnini vóru innilæst inni í brennandi bussinum, sum lá koppaður á síðuni. Fleiri børn vórðu fingin út úr bussinum av fólkum, sum komu til hjálpar á vanlukkustaðnum.

Orsøkin til ógvusligu ferðsluvanlukkuna er enn ókend, skrivar Ritzau.