Mynd: Jens Kr. Vang

2-0 tap móti oddaliðnum

Sverri Egholm

09.06.2017 - 20:38

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hóast Føroyar einki beinleiðis skot høvdu uppá mál, so er avrikið góðkent. 2-0 á heimavølli móti oddaliðnum í bólkinum Sveis.

Málið kom tá ein góður hálvur tími var leiktur. Arsenal-leikarin Granit Xhaka gjørdist leysur beint uttanfyri brotsteigarmarkið. Hann legði bóltin niður í handara horn, har Gunnar Nielsen ikki rakk. 1-0 til Sveis, sum eisini var støðan í hálvleikinum.

Seinna málið kom eftir spæl á miðjum vølli og einari sending fram til Xherdan Shaqiri, sum rann inn um verjuna og setti bóltin í netið til støðuna 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Eitt góðkent avrik hóast tað ikki rakk til ein sigur. Sveisiska verjan gjørdi arbeiðsumstøðurnar hjá Gilla Sørensen og Finni Justinussen og hinum í álopinum at spæla seg fram til nakað.

Sveis royndi at trýsta kom eisini fram til góðar møguleikar, men fleiri mál komu ikki í dystinum.

4593 áskoðarar vóru til dystin og fleiri hundrað av teimum vóru úr Sveis.