200.000 Panama kontur almannakunngjørdar - nú ber til at leita

Steinar Patursson

09.05.2016 - 18:33

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Altjóða felagsskapurin fyri rannsakandi journalistar, ICIJ, hevur júst almannakunngjørt databasan, ið hevur fleiri enn 200.000 kontur frá Panama skjølunum.

Tað tók eina løtu at fáa databasan upp at koyra ordiligt, allarhelst tí at ov stórt trýst var á servarunum, men nú ber til at fara inn at leita.

Skjølini hoyra til panamanska felagið Mossack Fonseca, ið sigst at hava serkunnan innan at fjala pening frá tí almenna.

Til ber at leita eftir skjølunum her.